søndag den 22. juni 2008

Vit ríma undan regninum :-)

Maya ruininar vóru super fasinerandi. Vit hovdu eina privata guide Juan, sum leiddi okkum runt og fortaldi okkum alt vit vildu vita og meiri í 2 tímar. Tað var spennandi og allar penganar vert ($35). Túririn hugtók meg nógv meiri hesuferð enn fyri 10 árum síðani. Atlaði túrurin til Guatamala bleiv av ongum, tá vit ikki tímdu at koyra 6 tímar hvonn vegin, fyri so at koyra 5 tímar aftrat og koma til Tela. Tann stutti túrurin í Tela beyð okkum á tann mest suverena upplivilsi higartil. Vit fóru við tveymanskajak inn í junglina har vit sóðu m.a. apur, vakrastu og storstu summarfuglarnar og stórar junglueiturkoppar. Alligatorar vóru har, men vit sóu teir ikki - tíbetur :-)
Á veg heim frá jungluni steðgaðu vit í einari lítlari Garifuna bygd, har vit mottu einum sonnum caribiskum paradísi. Stráhyttur har vit ótu eksostiskan Garifuna mat, og síðan at baða í teimum klárasta heitastu aldunum. Vatnið var heitari enn teir flestu svimjuhyljarnir í Foroyum. Um tit fyristilla tykkum eitt postkort við eini hvítari strond við bláum vatni og hugnaligum hyttum, var upplivilsi júst soleiðis + 20%.

Vit atlaðu - áðrenn vit fóru úr Tela - at fara ein túr og vitja eitt eksotiskt naturreservat, men av tí at tað regnaði so illa, vóru túrarnir avlýstir í dag. Vit gjordu av at rýma undan regninum til La Ceiba.

La Ceiba at havnin har bátarnir sigla út til tar flottu caribisku oyggjarnar, har vit atlað okkum at dykka í eina viku - og Nicolina ja, Svanna ansar eftir :-)

Annars hugna vit okkum. maturin er góður og bíligur, Piña Coladairnar eru "out of this world" og fólki sera fyrikomandi. Tó skal sigast at taxachufforar royna at snýta allar turistar teir fáa eygu á - gott at Svanna dugur spanskt og at vit eru fyrireika uppá hvat tað umleið skal kosta.

Vit skriva skjótt aftur og fara nú at finna útat nar fergan fer út til Utila.

Hasta luego
Svanna og Kristjan

Ingen kommentarer: